- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kunnu fáa avloysaraskip fyri Tjaldrið fyri 110 mió. kr.

Tað ber til at fáa eitt avloysaraskip fyri Tjaldrið fyri góðar 110 milliónir.
Tað upplýsti Árni Skaale, landsstýrismaður í fiskivinnumálum í tinginum í gjár.
Hann segði, at tað ber til at fáa eitt skip, sum nú er vaktar- og bjargingarskip í Bretlandi, fyri 110 milliónir krónur.
- Tað lýkur at kalla øll krøv, vit seta til slík skip. Einasti vansin er, at Vørn vil hava, at eitt slíkt skip skal orka at sleipa 100 tons, men hetta skipið kann sleipa 94 - 96 tons, segði landsstýrismaðurin í tinginum í dag.
Sleipiorkan hjá Tjaldrinum er bara 24 tons, og tað er alt ov lítið til nógv av teimum stóru skipunum, sum nú eru.
Fleiri politikarar halda, at tað er beri loysn at keypa eitt brúkt skip, tí eitt nýtt skip kostar hundraðtals milliónir, og tað eru ikki nøkur útlit fyri tí við íløguætlanini, sum nú fyriliggur.