Bíða hálvt annað ár eftir sálarligari hjálp

Bíða hálvt annað ár eftir sálarligari hjálp
Í løtuni standa 211 børn og ung á bíðilista at sleppa framat í Barna- og ungdómspsykiatriini
Í miðal verða trý fólk útgreinað um vikuna í Barna- og ungdómspsykiatriini.
 
02.03.2022 - 15:46

Børn og ung undir 18 ár, sum hava sálarligar trupulleikar, mugu bíða í 18 mánaðir í miðal eftir at fáa hjálp.

Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum.  

Tað var Sirið Stenberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi, sum spurdi, hussu long bíðitíðin er at sleppa framat í Barna- og ungdómspsykiatriini.

Bíðitíðin er sostatt longd millum ein og tveir mánaðir, tí í heyst svaraði landsstýrismaðurin, at bíðitíðin var 16-17 mánaðir.

Í løtuni eru 211 børn og ung, sum standa á bíðilista. Í heyst vóru 196 børn og ung á bíðilista.

Trý um vikuna

Landsstýrismaðurin sigur, at í miðal verða trý útgreinað um vikuna. Sambært Landssjúkrahúsinum er ein útgreiningartilgongd umfatandi og fevnir um bæði at heinta inn upplýsingar frá foreldrum, skúla og stovni, umframt at gera ymsar kanningar og eygleiðingar. Ein útgreining kann tí taka alt frá nøkrum vikum til fleiri mánaðir.

Landsstýrismaðurin sigur, at arbeitt  verður við  at uppraðfesta psykiatriina.  Tvær mió. kr. eru  settar á fíggjarlógini í ár til m.a. at styrkja um viðgerðartilboðini í Barna-og  ungdómspsykiatriini. 

Sjúkrahúsverkið hevur gjørt eitt uppskot, hvussu bíðilistin og bíðitíðin í Barna-og  ungdómspsykiatriini ítøkiliga kann styttast. Hetta verður viðgjørt í løtuni.

Eisini hevur Landssjúkrahúsið víst á, at serlæknatrot hevur verið í Barna-og ungdómspsykiatriini  seinasta árið ella so, og at tað hevur havt ávirkan á bíðitíðina. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. mars
Hondbóltur: Føroyar - Holland
189119
Mikudag 12. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189087
Týsdag 11. mars
Veðrið
189035