Sendi neyðarkall - er nú á veg til Føroya

Sendi neyðarkall - er nú á veg til Føroya
Brestir fylgist við danska farmaskipinum, sum sendi út neyðarkall, tá var statt í ein útnyrðing úr Mykinesi
Klevstrand sendi út neyðarkall, men tamarhald fekst á støðuni, og neyðugt var ikki at taka manningina av skipinum.
Mynd: Vesselfinder  
 
01.03.2022 - 13:14

Danska farmaskipið, Klevstrand, sum sendi út neyðarkall í morgun, er nú á veg til Føroya, og trolarin Brestir fylgist við skipinum, upplýsir MRCC.

Tað var stutt fyri kl. sjey í morgun, at MRCC fekk neyðarkall frá danska farmaskipinum, sum var statt einar 100 fjórðingar í útnyrðing úr Mykinesi. Veðrið var vánaligt, og skipið hevði fingið sjógv í maskinrúmið.

Umvegis Holland og Írland vóru fyrstu boðini frá skipinum, at manningin mátti av skipinum sum skjótast.

Manningin fekk tamarhald á støðuni, og boðaði seinni frá, at neyðugt var ikki at taka manningina av Klevestrand.

Skipið sum var nærmast Klevestrand, var trolarin, Brestir, sum var hjá farmaskipinum um tíggjutíðina fyrrapartin.

Føroyska bjargingartyrlan var eisini hjá skipinum. Hon steðgaði eina løtu, og fleyg so aftur til lands.

 

Brimil á veg

Brimil setti eisini kós ímóti Klevstrand, og verður hjá skipinum um tvey/trítíðina seinnapartin.

Danska sjóverjutrylan er eisini klár at fara til skipið, um tað verður neyðugt.

Tá vit tosaðu við MRCC fyri hálvum tíma síðani, vóru skipini 90 fjórðingar úr landi. Tað gongur seint at sigla, og skipini nærkast bert fimm fjórðingar um tíman.

Tá skipini koma til Føroya, verður eftir ætlan farið á Fuglafjørð við Klevestrand, upplýsir MRCC.

Klevstrand er ein sonevndur coastari, og skipið, sum er 71 metrar langt, var á veg úr Íslandi.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109