- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landingar uttanlands: Landsstýrismaðurin fylgir gongdini

Landsstýrismaðurin fylgir gongdini. Heldur hann, at grundarlag er fyri at geva uppsjóvarskipum undantak at landa uttanlands, verður tað gjørt við broyting í kunngerðini um landing í Føroyum.
Tað sigur Árni Skaale, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, í svari til Jóhannis Joensen, løgtingsmann.
Løgtingsmaðurin spurdi millum annað, um landsstýrismaðurin heldur, at tað er skilagott, at skip liggja upp til fleiri dagar og bíða eftir landingartørni. Og hvørjar loysnir landsstýrismaðurin sær fyri sær á hesum økinum, soleiðis at skipini sleppa aftur til fiskiskap sum skjótast?
Breið semja
Árni Skaale svarar, at tað hevur verið breið politisk semja um, at øll veiða hjá føroyskum skipum í mestan mun skal leggjast upp í Føroyum. Hetta var sett í gildi við løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi, og er endurtikið í sjófeingislógini.
Hann sigur víðari, at í samgonguskjalinum hava flokkarnir avtalað, at allur fiskur skal landast í Føroyum, men tilskilað er, at um móttøkuorkan í Føroyum er avmarkað, skal undantak verða givið.