Innflutningurin níggju milliardir og útflutningurin 10 milliardir

Innflutningurin níggju milliardir og útflutningurin 10 milliardir
Innflutningsvirðið á brennievni vaks 400 mió. kr. í fjør. Laksurin átti 45 prosent av útflutninginum
Útflutningurin var 10 milliardir kr. í fjør.
Mynd: Hagstovan  
 
17.02.2022 - 08:30

Føroyar innfluttu fyri 9,3 mia. kr. í fjør, 13,8 prosent meira enn í 2020.

Og Føroyar útfluttu fyri 10 milliardir, 19,3 prosent meira enn í 2020.

Serliga oljan dýrkaði í fjør. Hóast nýtslan var tann sama sum í 2020, vaks innflutningsvirðið á brennievni yvir 400 milliónir krónur, 43 prosent. 

Nógvur fiskur, rávøra til fiskavirking, var innfluttur í fjør. Vøksturin er 60 prosent.

Talan er bæði um feskan og frystan fisk.

Laksurin eigur 45 prosent av útflutninginum, skrivar Hagstovan.     

Upsin minkaði 12 prosent niður í 9.556 tons, sum er tað minsta nakrantíð. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109