Givnir at arbeiða í Dalstunlinum

Givnir at arbeiða í Dalstunlinum
Stjórin á Landsverki sigur, at arbeiðið verður tikið uppaftur í heyst, og tá verður eisini roknað við at fáa fígging til arbeiðið í 2023.
Steðgur er í arbeiðnum upp á Dalstunnilinum, men tað verður væntandi tikið uppaftur í heyst.
 
21.01.2022 - 11:40

Arbeiðið upp á Dalstunnilin er steðgað upp, hóast árið júst er byrjað.

4-5 mans arbeiða við at bora tunnilin, men teir eru farnir aðrastaðni at arbeiða fyribils. 

Níggju milliónir vóru játtaðar til tunnilsarbeiðið í ár. Tað skuldi rokkið til nakrar mánaðir.

Sambært borgarstjóranum í Húsavíkar kommunu Jákupi Martini Sørensen, arbeiddi Landsverk alt árið í fjør. Hann veit tó ikki, hví teir eru givnir at arbeiða.

Verkætlanarleiðarin hjá Landsverki váttar, at teir eru givnir, men vísir til stjóran á Landsverki. 

 

Arbeiða aftur í heyst

Stjórin, Sigurd Lamhauge, er í arbeiðsørindum uttanlands. Hann sigur, at arbeiðið við Dalstunlinum verður helst ikki tikið uppaftur fyrr enn í heyst.

Tá verður roknað við, at peningur eisini verður játtaður til 2023, so tað slepst undan at steðga arbeiðnum eina ferð aftrat.

Tað kostar pening at taka arbeiðið uppaftur hvørja ferð.

Sigurd Lamhauge sigur, at hann veit ikki, um løgtingið fer at pening til Dalstunnilin, so tað ber til at halda fram við arbeiðnum, og steðgur ikki kemur í.

 

Byrjaðu í 2020

Fyrsta skotið í Dalstunlinum var latið av í november 2020. Síðani bar til at arbeiða alt 2021 á tamb, men nú er arbeiðið steðgað.

Tunnilin er umleið 2.200 metrar langur og átta metrar breiður. Afturat tunlinum, skulu eisini gerast 150 metrar av vegi Húsavíkarmegin, og 100 metrar av vegi Dalsmegin. Síðan skulu umleið 2.500 metrar av vegi afturat breiðkast. 

Arbeiðið at gera tunnilin skuldi av røttum taka fýra ár treytað av, at nøktandi játtan fæst. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. desember
Morgunlestur mikudagur 4. desember 2024
183616
Týsdag 3. desember
LEITISSTEIN 03.12.2024 (Jólasoul)
184618
Týsdag 3. desember
Breddin - Fátakaváði
184576
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
184615
Týsdag 3. desember
Veðrið
184604
Mánadag 2. desember
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184551
Mánadag 2. desember
3-2 (2. desember 2024)
184550
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (4:4) - teknmálstulkað
184482