264 fleiri í almennum starvi í fjør

264 fleiri í almennum starvi í fjør
Tilsamans vóru 10.330 fólk, sum fingu løn frá tí almenna í desember
Starvsfólk hjá tí almenna eru m.a. landsfyrisitingini, hjá kommunum og á ríkisstovnum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
12.01.2022 - 09:40

264 fleiri fólk vóru í starvi hjá tí almenna í desember í fjør enn sama mánað í fyrraárið. 

Tilsamans vóru 10.330 fólk, sum fingu løn frá tí almenna í desember í fjør. Vøksturin var 2,6 prosent, vísa tøl hjá Hagstovuni. 

Almenn tænasta fevnir um vinnugreinarnar: Almenn fyrisiting (her er talan um landsfyrisiting, kommunur og ríkisstovnar), undirvísing, heilsu- og almannaverk.

Vøksturin var ikki so stórur í privatu tænastuvinnuni. Har var vøksturin 1,7 prosent, ella 153 fólk. Tilsamans vóru 9.074 fólk, sum fingu sína løn í privatu tænastuvinnuni í fjør. 

Afturgond í byggivinnuni

Í fiski- og tilfeingisvinnuni var ein lítil vøkstur upp á 0,4 prosent. Í desember starvaðust 4.361 fólk í hesi vinnuni.

Í byggi- og tilvirkingarvinnuni var 101 færri starv í desember í fjør sammett við desember 2020. Afturgongdin er 2,3 prosent. Í desember vóru 4.291 fólk  í hesi vinnuni. 

Tilsamans vóru 28.050 løntakaraskarar í desember. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109