Minni burðaravlop, men størri nettotilflyting

Minni burðaravlop, men størri nettotilflyting
53.686 fólk búðu í Føroyum 1.desember í fjør
816 fólk løgdust aftrat fólkatalinum í fjør.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
11.01.2022 - 08:32

Burðaravlopið í Føroyum var 287 fólk frá desember í 2020 til desember í fjør.

Tað er minni enn árið fyri.

Burðaravlopið er munurin millum fødd og deyð.

Men nettoflytingin, munurin millum tilflyting og fráflyting, var størri. 529 fleiri fólk fluttu til Føroya enn úr Føroyum. 

Tann 1.desember í 2021 vóru 816 fólk fleiri fólk í Føroyum 1.desember 2020.

53.686 fólk búðu í Føroyum 1.desember í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109