Seldu fleiri klæði og skógvar

Seldu fleiri klæði og skógvar
Vøksturin í umsetninginum triðja ársfjórðing í fjør var 11 prosent
Mynd: Hagstovan  
 
06.01.2022 - 09:03

Fleiri klæði og skógvar vóru seld í triðja ársfjórðingi í fjør enn í triðja ársfjórðingi í 2020.

Vøksturin í umsetninginum er 11 prosent, sigur Hagstovan.

Men húsbúnaður og húsarhaldsútgerð minkaðu seks prosent í umsetningi. Prísirnir hækkaðu tvey prosent.

Vørubólkurin "matur og alkoholfríar drykkjuvørur" minkaði tvey prosent í umsetningi frá triðja ársfjórðingi í 2020 til triðja ársfjórðing í fjør. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109