30 mió. kr. latnar til gransking á heilsuøkinum

30 mió. kr. latnar til gransking á heilsuøkinum
Granskingarráðið hevur gjørt frágreiðing og eftirmeting um stuðulin úr Sjúkrakassagrunninum
Frágreiðingin um granskingarverkætlanirnar verður løgd fram í morgin.
 
05.01.2022 - 10:07

Síðani Granskingarráðið tók við pengunum í Sjúkrakassagrunninum, hevur tað latið 29,7 mió. kr. til nógvar kanningar og granskingarverkætlanir á heilsuøkinum.

Granskingarráðið hevur nú gjørt eina frágreiðing og eftirmeting um stuðulin úr Sjúkrakassagrunninum.

Hon verður løgd fram í Smæruni í morgin klokkan eitt.

Á fundinum fara nøkur teirra, sum hava fingið stuðul úr Sjúkrakassagrunninum, at greiða frá verkætlanum sínum, og pallborðskjak verður um stuðul til at menna heilsuøkið við umboðum fyri Sjúkrakassagrunnin, Mentamálaráðið, Sjúkrahúsverkið og Fróðskaparsetrið.

Korona ger, at bara innboðin sleppa á fundin, men hann verður stroymdur. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Mikudag 30. apríl
Góðan morgun Føroyar
191208
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114