Landsverk: Ansið sera væl eftir úti á vegunum

Landsverk: Ansið sera væl eftir úti á vegunum
Ávarað verður enn um nógvan vind og kava á vegunum, og eingin busskoyring er. Bara Teitstin siglir í løtuni
Savnsmynd
 
04.01.2022 - 07:16

Enn er nógvur vindur og jarðrok, og Mortan Olsen, økisleiðarin hjá Landsverki, heitir á fólk um at ansa sera væl eftir úti á vegunum. 

Landsverk hevur ikki megnað at grivið til Syðradals, Oyndarfjarðar, Gjáar, um Velbastaðsháls og eftir Oyggjarvegnum. 

"Tað hevur verið nógv avfall í nátt, og tað er vátakavi, sum er trupul at rudda," sigur Mortan Olsen, økisleiðari hjá Landsverki. 

 

Eingin busskoyring

Hjá Strandaraskipum Landsins liggur eisini alt lamið.

Eingin busskoyring er, sigur Marin Gaardlykke, samferðslusamskipari, og tað er bara Teistin,sum siglir í løtuni. Og tað er óvist, hvussu verður við hinum Oyggjaleiðunum.  

HOYRIÐ SAMRØÐURNAR VIÐ MORTAN OLSEN OG MARINA GAARDLYKKE, SUM VÓRU Í ÚTVARPSTÍÐINDUNUM KL. 7. 

1500174

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109