Innflutningurin setir met

Innflutningurin setir met
Innflutningurin fyrstu átta mánaðirnar í ár, setti met, skrivar Hagstovan. Hann var 5,7 milliardir krónur.
 
18.10.2021 - 16:49

Ongantíð áður hava føroyingar innflutt so nógv, sum teir innflutt fyrstu átta mánaðirnar í ár.

Innflutningurin var 5,7 milliardir krónur, sum er 8,4 prosent størri enn somu tíð í fjør.

Tað vísa tøl hjá Hagstovuni. 

Verða skip og flogfør ikki tikin við, er vøksturin í innflutninginum 11 prosent.

Oljuprísurin sæst aftur í tølunum

Oljuprísurin er nógv hækkaður seinastu tíðina, og tað sæst eisini aftur i tølunum.

Størsti vøksturin í innflutninginum higartil ár er í bólkinum "maskinur og onnur útgerð til vinnuna." Í hesum bólki vaks innflutningurin 194 milliónir kr., ella 39 prosent.

Stórur vøkstur er eisini í innflutninginum av vørum til húsarhaldsnýtslu. Vøksturin er átta prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109