Maður datt oman í Borðoynni

Maður datt oman í Borðoynni
Hann hevur fingið stóran skaða, men er ikki í lívsvanda
Tyrlan hjá Atlantsflogi flutti mannin á Landssjúkrahúsið.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.10.2021 - 08:27

Fyrrapartin í gjár datt ein maður oman við fjallið Snæfelli í Borðoynni.

Maðurin, sum er fyrst í trýssunum, var einsamallur á ferð, og hann boðaði sjálvur frá.

Bjargingin byrjaði klokkan 21 minuttir í tólv og vardi í hálvan fjórða tíma.

Fluttur á Landssjúkrahúsið

Maðurin var fluttur við tyrlu á Landssjúkrahúsið. Hann fekk stóran skaða, men er ikki í lívsvanda.

Sjúkraflutningstænastan, MRCC, Atlantic Helicopters, sløkkiliðið í Klaksvík, Norðoya bjargingarfelag og løgreglan vóru við í bjargingini.

Tyrlan fekk ikki sett seg á sjálvum óhappsstaðnum, so neyðugt var at bera skadda mannin av staðnum til tyrluna. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109