Lítil áhugi at granska í skúlaviðurskiftum

Lítil áhugi at granska í skúlaviðurskiftum
Stjórin í Granskingarráðnum heldur, at ein máti at raðfesta gransking er at marka játtan til at granska útbúgving, undirvísing og skúla
Annika Sølvará er stjóri í Granskingarráðnum
 
16.08.2021 - 09:03

Lítil áhugi er fyri at granska í skúlaviðurskiftum í Føroyum.

Tað sigur Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum, við Skúlablaðið.

Í fjør fingu 29 granskingarverkætlanir stuðul. Bara tríggjar teirra vóru um undirvísing og skúla. 

Hesar vóru smáar verkætlanir, sum fingu stuðul frá serliga Covid 19 átakinum.

Annika Sølvará heldur, at ein máti er at raðfesta gransking politiskt við at marka játtan til at granska útbúgving, undirvísing og skúla.

- Tað er spell, at vit ikki stuðla fleiri verkætlanum á hesum økinum, tí tørvurin er eyðsýndur, sigur Annika Sølvará í Skúlablaðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109