Tundurfylla í staðin fyri gummigranulat til fótbóltsvøll

Tundurfylla í staðin fyri gummigranulat til fótbóltsvøll
Býráðið í Eysturkommunu kannar nú, um tundurfylla skal brúkast, nú nýtt graslíki skal á vøllin í Sarpugerði í Norðragøtu
Eysturkommuna umhugsar at brúka kork sum ífyllu í nýggja graslíkisvøllinum í Norðragøtu
 
01.07.2021 - 09:37

Eysturkommuna umhugsar at ganga nýggjar leiðir, nú nýtt graslíki skal á vøllin í Sarpugerði í Norðragøtu. Tí kommunan kannar møguleikan fyri at brúka tundurfyllu í staðin fyri gummigranulat.

Tundurfylla er umhvørvisvinarligt tilfar, sigur býráðið. FIFA hevur góðkent tundurfyllu.

Tundurfylla er ikki roynt á stórum vølli í Føroyum áður. 

Tó hevur lítli spælivøllurin í Leirvík, sum bleiv lagdur á í 2020, turdurfyllu. 

 

Tríggjar milliónir at skifta graslíkið

Vøllurin í Sarpugerði er níggju ára gamal.

Tað fer at kosta tríggjar milliónir krónur at skifta graslíkið.

Sjálvt graslíkið kostar sambært tilboðnum slakar 2,3 mill. kr. uttan meirvirðisgjald.

Talan er um sama graslíkismerki, sum verandi vøllur er. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109