837 fleiri fólk seinasta árið

837 fleiri fólk seinasta árið
1.apríl vóru 53.223 fólk í Føroyum
Fólkatalið veksur støðugt, men framvegis eru knappliga 2.000 fleiri menn enn kvinnur í Føroyum
Mynd: Hagstovan  
 
12.05.2021 - 08:31

Fólkatalið í Føroyum heldur fram at vaksa. 1. apríl vóru 53.223 fólk í Føroyum, 119 fleiri enn 1. mars.

1. apríl í fjør var fólkatalið 52.386. So nú eru 837 fleiri fólk í Føroyum. Vøksturin er 1,6 prosent.

Størsti vøksturin er í teimum stóru kommununum norðanfyri.

Men lutfalsligi stóri vøksturin í Sandoynni og Suðuroynni hetta seinasta árið heldur fram.

Í fimm kommunum er fólkatalið minkað. Størsta afturgongdin í tali var í Fuglafjarðar kommunu.

Og framvegis eru knappliga 2.000 fleiri menn enn kvinnur í Føroyum.

Fólkatalið í Føroyum fór uppum 50.000 í apríl 2017.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109