2.000 fleiri løntakarar í apríl

2.000 fleiri løntakarar í apríl
Vøksturin av mannligum løntakarum minkar, men fleiri kvinnur leggjast aftrat, vísa tøl hjá Hagstovuni
300 fleiri arbeiddu í fiskivinnuni í apríl í ár enn sama mánað í fjør
 
11.05.2021 - 10:43

Í apríl vóru umleið 2.000 fleiri løntakarar í Føroyum enn sama mánað í fjør.

27.300 løntakarar vóru í ár, 13.900 menn og 13.350 kvinnur.

Apríl í fjør var fyrsti heili mánaðurin, eftir at landið fór niður í ferð.

Hagstovan sigur, at meðan vøksturin av mannligum løntakarum minkar, leggjast fleiri kvinnur aftrat. Og munurin millum talið á monnum og kvinnum, sum hevur verið vaksandi í nøkur ár, minkar nú aftur.

10.200 í almennari tænastu

Av teimum 27.300 løntakarunum, starvast 10.200 í almennari tænastu, 480 fleiri enn í apríl í fjør.

8.700 eru í privatari tænastu, 1200 fleiri enn í apríl í fjør. 

Talið á løntakarum í byggivinnuni stendur í stað, 4.200, men í fiskivinnuni vóru 300 fleiri løntakarar í apríl í ár enn í fjør. Har arbeiða í løtuni 4.100 fólk.

Meira fæst at vita um løntakaratølini her.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109