- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nógv færri rættarmál avgreidd í fjør
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/vlcsnap-2021-03-31-14h04m15s363.png?itok=KzHW_yKI)
Nógv færri mál vórðu avgreidd í Føroya rætti, Fútarættinum og Skiftirættinum í fjør enn árið fyri, vísa tøl hjá Hagstovuni. Sløk 4.000 rættarmál vórðu avgreidd í Føroyum í 2020.
Av hesum vóru umleið 1.300 rættarmál avgreidd í Føroya Rætti, gott 2.000 í Fútarættinum og sløk 500 mál í Skiftirættinum. Harafturat vóru umleið 80 mál avgreidd í Yvirfriðingarnevndini, skrivar Hagstovan.
Hetta er væl minni enn í 2019. Heili 700 færri mál vórðu avgreidd í Føroya Rætti, 350 færri mál í Fútarættinum og sløk 100 mál færri í Skiftirætinum. Í Yvirfriðingarnevndini er talið óbroytt.
980 borgarlig mál í fjør
Í Føroya Rætti eru nógv tey flestu málini - um 980 í fjør - borgarlig mál. Stutt kann sigast, at borgarlig mál eru mál, har ein borgari leggur sak móti øðrum borgara, fyritøku ella myndugleika.
Borgarlig mál vóru upp á tað mesta í 2008. Tá vóru 2.000 mál av hesum slagnum. Siðani er tað minkað líðandi aftur, og er nú komið niður um 1.000, tað lægsta í hesi øldini.
Í 2013 vóru stívliga 800 revsimál í Føroyum. Síðani er tað minkað aftur, niður um 300, sum somuleiðis er tað lægsta í hesi øldini. Revsimál eru sakarmál viðvíkjandi lógarbrotum, ið kunnu viðføra revsing við bót, hefti ella fongsli.