- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ógreitt hvør skipar landsstýri í Grønlandi

Eftir øllum at døma eru landsstýrissamráðingarnar í Grønlandi lidnar, og seinnapartin fer Inuit Ataqatigiit at leggja samgonguskjalið fram.
Mute Egede, formaður í IA, fer at skriva undir samgonguskjalið við hin ella hinar floksformenninar í samgonguni, og síðani verða høvuðsøkini í samgonguskjalinum kunngjørd, skrivar Sermitsiaq.
Tað er óvist, hvør verður við í nýggju samgonguni, men Demokraatit og Siumut eru longu farnir burtur úr samráðingunum, so nýggja samgongan verður við Naleraq og kanska eisini Atassut.
Samgonga og stuðulsflokkar
Tað veldst, um Mute Egede og Inuit Atagatigiit vilja hava tepran meiriluta við sínum egnu 12 tinglimum og fýra hjá Naleraq, ella um tey hava tikið tveir tinglimir aftrat við frá Atassut.
Ein annar møguleiki er, at IA skipar samgongu einsamallur, og hevur Naleraq og Atassut sum stuðulsflokkar, soleiðis sum gjørt var í undanfarna valskeiði, tá Demokraatit var stuðulsflokkur.
Mute Egede fer í dag eisini at kunngera, hvørji landsstýrisfólkini verða.
Nýggja tingsetan byrjar 23. apríl, og tá skal Landstingið góðkenna landsstýrisfólkini.