- Tíðindi, mentan og ítróttur
Norski fíggjarmálaráðharrin stúrir fyri revsitolli

Nýtilnevndi norski fíggjarmálaráðharrin, Jens Stoltenberg, stúrir fyri, at Noreg kann koma í klemmu, um amerikanski forsetin, Donald Trump, ger álvara av hóttanum sínum um revsitoll móti Evropa.
Stoltenberg vísir á, at Noreg kann vera rakt av amerikonskum tolli, møguligum verjutiltøkum frá ES og altjóða handilskríggi.
- Sjálvt um vit enn ikki vita júst nær, og hvussu umfatandi tollurin verður, mugu vit taka hóttanirnar úr USA í álvara, sigur Stoltenberg við norska tv2.
Tað kom ikki óvart á Stoltenberg, at Trump ætlar at leggja toll á norsk arbeiðspláss.
- Serstakliga álvarsligt verður tað, um ES setur í gildi verjutiltøk. 80 prosent av okkara útflutningi fara til Evropa. So koma vit lættliga í klemmu millum tveir handilsblokkar. Tí hevur tað týdning, at vit fyrst royna at fyribyrgja, at USA setur tiltøk í verk, men í hvussu er arbeiða fyri at sleppa inn um verjumúrin, sum ES fer at seta í gildi, sigur Jens Stoltenberg, við norska tv2.
