- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fiskaútflutningurin minkaði 1,4 milliardir kr.
Fiskaútflutningurin minkaði 1,4 milliardir kr.
Laksaútflutningurin minkaði meira enn 700 milliónir krónur frá februar í fjør til januar í ár, ella 18 prosent
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/eimskip_farmur_1.jpg?itok=uJ1uJ9rl)
Fiskaútflutningurin er nógv minkaður seinasta árið
Mynd: Hagstovan
16.03.2021 - 14:25
Fiskaútflutningurin seinasta árið er minkaður 1,4 milliardir krónur, ella 16 prosent, vísa tøl hjá Hagstovuni.
Samlaði fiskaútflutningurin frá februar í fjør til januar í ár var 7.522 tons. Hann var sløk 9.000 tons 12 mánaða skeiðið frammanundan.
Laksaútflutningurin minkaði meira enn 700 milliónir krónur frá februar í fjør til januar í ár, ella 18 prosent. Nøgdin minkaði góð átta prosent.
Útflutningurin av toski minkaði nærum 400 milliónir kr.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV