- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyingar arbeiða mest í Evropa
Føroyska arbeiðsfjøldin er tann virknasta í øllum Evropa.
Tað skrivar Hagstovan.
Av teim 37.700 fólkunum í Føroyum, í aldrinum 15 til 74 ár, eru 31.800 í arbeiðsfjøldini, tað vil siga eru vinnuliga virkin.
Hetta svarar til 84 prosent. Uttan fyri vinnu eru 5.900 fólk í hesum aldri, og tað svarar til 16 prosent.
Hetta er størsti vinnutíttleikin samanborin við onnur lond í Evropa.
Arbeiðsfjøld er eitt altjóða mát, sum telur partin av fólkinum millum 15-74 ár, ið kann veita arbeiðsmegi.
Bæði menn og kvinnur
Vinnutíttleikin, ið er arbeiðsfjøldin í prosentum av fólkatalinum, er 84,3 prosent, roknaður fyri bæði kyn. Hjá monnum er vinnutíttleikin 86,1 prosent og hjá kvinnum við 82,4 prosent.
Samanborið við onnur lond, er vinnutíttleikin í Føroyum tann størsti í Evropa, bæði hjá kvinnum og monnum. Ìsland er á øðrum plássi.
Hetta er eitt av høvuðsúrslitunum av arbeiðsfjøldarteljingini, sum Hagstova Føroya gjørdi í november í fjør. Nógv fleiri og útgreinað úrslit eru at finna í hagtalsgrunninum.
Samanborið við fólkatalið er hon javnt størst í Norðstreymi og í Suðurstreym, 84 prosent, í Norðoyggjum 83 prosent, og í Eysturoynni er hon 81 prosent.
Í Suðuroynni er hon 80 prosent, í Vágum 79 prosent og Sandoyarøkinum 78 prosent.
Meira fæst at vita um arbeiðsfjøldina her.