Nú eru vit nærum 53.000 fólk í Føroyum

Nú eru vit nærum 53.000 fólk í Føroyum
Fólkatalið 1. januar var 52.967
Á nýggjárinum búðu 52.967 fólk í Føroyum, 848 fleiri enn somu tíð árið fyri
 
10.02.2021 - 11:21

Fólkatalið veksur støðugt og nærkast 53.000.

Á nýggjárinum var fólkatalið 52.967. Tað vaks 848 fólk í fjør, ella 1,6 prosent, vísa tøl hjá Hagstovuni.

Størsti vøksturin var í høvuðsstaðarkommununi, Runavíkar, Eystur, Nes, Vágs og Tvøroyrar kommunum. Men lutfalsliga stórur vøkstur var í Sandoynni og Suðuroynni.

Hinvegin er fólkavøksturin í Vágum steðgaður.

Hagstovan sigur, at korona tykist ikki at hava ávirkað gongdina í fólkatalinum.

Hóast nettotilflytingin er minkað eitt vet, er burðaravlopið vaksið, og tí er gongdin í fólkatalinum tann sama, sum hon hevur verið seinastu sjey árini.

Meira fæst at vita um fólkatalið her.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109