- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vil eisini vera landsstýrisformaður

Nýggi formaðurin í Siumut, Erik Jensen, ætlar sær eisini at gerast landsstýrisformaður.
Tað sigur hann við KNR, grønlendska kringvarpið.
Erik Jensen býr í Sisimiut. Men mánadagin fer hann til Nuuk. Tá ætlar hann tosa við flokkin hjá sær um sessin sum landsstýrisformaður.
Erik Jensen varð valdur til formann í Siumut síðst í november í fjør.
Kim Kielsen, verandi formaður, stillaði upp, men tapti formansvalið. Kim Kielsen er tó framvegis landsstýrisformaður.
Ov høgravend
Erik Jensen helt eisini, tá formansvalið var, at landsstýrissamgongan í Grønlandi var vorðin ov høgravend.
Men hann er tó sinnaður at halda fram við samgongusamstarvinum, sigur hann nú.
Hann sigur, at hann hevur onga avtalu gjørt um at tosa við andstøðuflokkarnar.
Erik Jensen sigur við KNR, at hann vil ikki hava val so leingi, korona herjar.