Ov langt at fara hjá føroysku bjargingartyrluni

Ov langt at fara hjá føroysku bjargingartyrluni
Ein maður á einum russiskum skipi doyði, áðrenn tyrlan hjá Coast Guard í Hebridunum kundi fara eftir honum
Tað var ov langt hjá føroysku tyrluni at fara russiska manninum til hjálpar. Tí vórðu boð send til Coast Guard
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.12.2020 - 15:04

Í gjárkvøldið fekk Sjóbjargingarstøðin í Havn boð um, at ein maður á einum russkiskum skipi var sjúkur, møguliga hevði hann koronu. 

Skipið var tá 250 fjórðingar úr Føroyum, og var nærri Hebridunum, Suðuroyggjum, enn Føroyum. 

Hetta var ov langt at fara hjá føroysku tyrluni. 

Coast Guard í Stornoway fekk spurningin, um tey kundu taka sjúklingin í land. 

Tað kundu tey, og játtaðu at fara. 

Men sjúklingurin versnaði, og áðrenn tyrlan úr Stornoway kundi koma, andaðist hann.

Russiska skipið heldur nú leiðina fram til Noregs.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109