J&K Petersen skal grava út fyri lívfiskastøðini

J&K Petersen skal grava út fyri lívfiskastøðini
Seinni í vetur verður arbeiðið at byggja lívfiskastøðina boðið út
Stein Olvur Petersen, stjóri í J&K Petersen, og Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafosti
 
06.11.2020 - 10:13

Bakkafrost hevur skrivað undir sáttmála við J&K Petersen um at grava og fylla út fyri nýggju lívfiskastøðini í Skálavík.

Sum liður í menningini á lívfiskaøkinum er ætlanin at savna alt virksemið, sum í løtuni er á lívfiskastøðunum, ávikavist í Skopun og við Áir. 

Nýggja lívfiskastøðin skal byggjast í Skálavík, og í januar varð vegurin til nýggju lívfiskastøðina latin Skálavíkar kommunu, skrivar Bakkafrost.

Boðið út í heyst

Farið verður nú undir annað byggistig, sum er at gera økið byggiklárt, og seinni í vetur verður arbeiðið at byggja sjálva lívfiskastøðina boðið út.

Lívfiskur er serliga viðbrekin, og miðað verður ímóti at verja hann fyri smittu. 

Tí er tað skilagott at leggja lívfiskavirksemi burtur frá aðrari aling, sigur Bakkafrost.

Nýggja lívfiskastøðin fer eftir ætlan at veita rogn til alt virksemið hjá Bakkafrosti í Føroyum og part av virkseminum hjá The Scottish Salmon Company í Skotlandi, sum Bakkafrost eigur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109