- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stendur enn í botni - heldur einki úrslit í dag
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/semingsroynd_vid_sjukraroktarfrodingar-7.jpg?itok=zWI6XAjN)
Støðan er óbroytt, og tað stendur enn í botni millum partarnar í lønartrætuni millum lønardeildina og felagið hjá føroyskum sjúkrarøktarfrøðingum.
Tað er niðurstøðan eftir fundin, sum var millum partarnar seinnapartin í dag.
Við á fundinum, sum vardi ein góðan tíma, vóru nevndin hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, lønardeildin, landsstýrismaðurin í fíggjarmálum og semingsstovnurin.
Sum skilst vil Fíggjarmálaráðið framvegis halda seg til semingsuppskotið, sum varð lagt fyri partarnar fyri verkfallið, men felagið hjá sjúkrarøktarfelagnum vil ikki samráðast út frá tí uppskotinum, tí tað er havnað.
Semingsuppskotið legði upp til somu lønarhækking, sum eitt nú lærarafelagið fekk fyrr í ár. Lønarhækkingin er 2,56 prosent í 2019, 2,05 prosent í 2020 og 1,25 prosent í 2021.
Sáttmálin hjá sjúkrarøktarfrøðingunum fór úr gildi 1. oktober í fjør.
Áheitanin frá løgmanni einki úrslit
Løgmaður heitti í gjár alment á partarnar um at loysa ósemjuna við samráðingarborðið, men tað er eftir øllum at døma miseydnast.
Tað gjørdi løgmaður, tí sjúkrahúsverkið hevði boðað landsstýrinum frá, at tey mettu ikki støðuna verða trygga, tí tey fingu ikki øll undantøk, sum biðið varð um.
Felagið hjá sjúkrarøktafrøðingunum avgjørdi fyrr í dag at geva øll undantøk, sum biðið varð um, so partarnir kundu hittast aftur í dag.
Undantøkini vórðu tó einans givin í 24 tímar - til seinnapartin í morgin. Í morgin tekur felagið so støðu til, um undantøk aftur skulu gevast í 24 tímar, sigur Óluva í Gong, forkvinna.
Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, sum varðar av arbeiðsmarknaðarmálum, sigur í viðmerking við útvarpið í dag, at hann væntar, at landsstýrið fer at viðgera støðuna um vikuskiftið.