Ógreitt um samráðingarnar verða tiknar uppaftur

Ógreitt um samráðingarnar verða tiknar uppaftur
Felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum hevur gingið umbønini um undantøk á møti, og tey eru galdandi í 24 tímar
Felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum hevur nú givið øll undantøk, sum biðið er um, í 24 tímar
 
30.10.2020 - 12:49

Enn er ógreitt, hvat hendir við verkfallinum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum.

Sjúkrahúsverkið boðaði í gjárlandsstýrinum frá, at tey kundu ikki longur veita eina langtíðar trygd á Landssjúkrahúsinum, tí sjúkrarøktafrøðingarnir játtaðu ikki øll undantøkini, sum biðið varð um.

Í kjalarvørrinum av hesi støðuni, heitti løgmaður í gjár á partarnar um at sessast aftur við samráðingarborðið sum skjótast.

Enn er einki at frætta um nýggjar samráðingar, men sjúkrarøktarfrøðingarnir hava nú gjørt av at ganga umbønini um undantøk á møti, og tey eru galdandi í 24 tímar.

Vænta at hin parturin eisini vísir vilja

Felagið hjá sjúkrarøktafrøðingunum sigur, at tað hevur víst ein vilja, og tí vænta tey eisini, at løgmaður vísir ein vilja, og fær Fíggjarmálaráðið aftur til samráðingarborðið.

Útvarpið hevur verið í sambandi við lønardeildina, sjúkrarøktarfrøðingarnar og semingsstovnin, men eingin hevur fingið boð um at taka samráðingarnar uppaftur.

Vit hava eisini roynt at fáa fatur á Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, og løgmanni, fyri at vita, um lønardeildin fær fáa boð at taka samráðingarnar uppaftur, men hvørgin hevur svarað. 

Hetta er 11. dagur, at verkfall er.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109