Verkfallið rakar nú eisini B6

Verkfallið rakar nú eisini B6
Tað stendur framvegis í botni í sáttmálatrætuni millum sjúkrarøktarfrøðingarnar og Lønardeildina
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
23.10.2020 - 15:05

Semingsstovnurin hevur havt fund við sjúkrarøktarfrøðingarnar og Lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum hvør sær í dag, men grundarlag er ikki fyri at taka samráðingarnar uppaftur, sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður.

Hann sigur, at hvørgin parturin hevur flutt seg.

Samstundis boðar sjúkrarøktarfrøðingafelagið frá, at verkfallið verður hert upp aftur meira.

Mánamorgunin klokkan sjey fara sjúkrarøktarfrøðingarnir á B6 á Landssjúkrahúsinum eisini í verkfall. Verkfallið rakar tó ikki leiðsluna á B6 og røkt og viðgerð av palliativum sjúklingum.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109