Bjarga Atlantsflogi og Vága floghavn

bannari
Bjarga Atlantsflogi og Vága floghavn
Uppskot verða væntandi løgd fyri tingið í næstu viku
Uppskot um at seta pengar í Atlantic Airways og Vága floghavn er á veg í løgtingið
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
22.10.2020 - 11:12

Uppskot um at seta pengar í Atlantic Airways og Vága floghavn fyri at bjarga feløgunum undan avleiðingunum av koronu, eru á veg í løgtingið, og tey koma væntandi í næstu viku.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, sigur, at hann hevur undirtøku í øllum flokkum fyri hesum uppskotum.

Tað segði hann í løgtinginum í gjár, tá munnligir fyrispurningar vóru á skránni. 

Jørgen Niclasen vildi ikki siga nakað tal í tinginum í gjár, og tað vil hann heldur ikki í dag. Men í tinginum í gjár legði hann dent á, at Atlantsflog fer ongan veg.

Uppskot kemur eisini um at lata flogvøllinum pengar úr landskassanum, segði Jørgen Niclasen, men tey tølini eru tíbetur minni enn fyri Atlantsflog, segði hann.

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109