Tveir bátar togaðir til lands

Tveir bátar togaðir til lands
Ein finskur seglbátur breyt róðrið vestur úr Suðuroynni
Tinja breyt róðrið 75 fjórðingar vestur úr Suðuroynni
Mynd: Vørn, Eliesar Jakobsen  
 
10.09.2020 - 09:30

Tveir bátar blivu sleipaðir inn í gjár, upplýsir MRCC.

Brimil fór eftir finska seglbátinum Tinja, sum breyt róðrið 75 fjórðingar vestur úr Suðuroynni.

Báturin varð sleipaður á Havnina.

Bjargingarbáturin Royndin fylgdi einum báti til Tvøroyrar. 

Báturin, sum er 33 føtur langur, var á veg til Havnar, tá hann fekk trupulleikar við motorinum við Stóru Dímun.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109