Vilja ikki fíggja KT í apoteksverkinum

Vilja ikki fíggja KT í apoteksverkinum
Havbúnaðarfelagið mótmælir. at apoteksverkið ætlar at minka avslátturin til alingina niður í tíggju prosent
 
30.01.2020 - 08:44

Alivinnan skal ikki fíggja eina nýggja KT-skipan hjá apoteksverkinum.

Tað er ikki ein saklig grundgeving.

Tað sigur Havbúnaðarfelagið, nú ætlanin er at minka avslátturin á heilivági til alingina úr 14 prosentum niður í tíggju prosent.

Havbúnaðarfelagið sigur seg skilja á tí tilfari, sum Havbúnaðarfelagið hevur fingið frá Heilsumálaráðnum, at orsøkin er, at apoteksverkið vil keypa eina nýggja KT-skipan fyri 10 mió. kr. 

Orsøkin til, at avslátturin bara minkar hjá havbúnaðinum og ikki hjá til dømis landbúnaðinum er sambært Heilsumálaráðnum, at fíggjarligt rásarúm er hjá havbúnaðinum til at fáa minni avsláttur á heilivági.

Alment monopol

Havbúnaðafelagið hevur fyrr víst á, at apoteksverkið er ein almenn monopolfyritøka.

Tá hevur Heilsumálaráðið skyldu at tryggja sær, at prísurin er eins lágur sum hann vildi verið, um kapping var, sigur Havbúnaðarfelagið.

Havbúnaðarfelagið mælir til í fyrsta lagi, at Heilsumálaráðið endurskoðar uppskotið um kunngerð, so avslátturin verður tann sami hjá landbúnaði, havbúnaði og heilsuverki.

Í øðrum lagi mælir felagið til at liberalisera apoteksverkið, so kapping verður um viðskiftafólkini.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109