Serlig viðurskifti í Føroyum verða tikin við

Serlig viðurskifti í Føroyum verða tikin við
Nick Hækkerup, løgmálaráðharri, hevur svarað Edmundi Joensen, fólkatingsmanni, um politiið í Føroyum
Edmund Joensen, fólkatingsmaður, heldur, at politiið í Føroyum er afturúrsiglt
 
28.01.2020 - 08:55

Edmund Joensen, fólkatingsmaður, fekk einki ítøkligt svar frá danska løgmálaráðharranum, Nick Hækkerup, um politiið í Føroyum.

Danska stjórnin er nú í januar farin undir samráðingar við flokkarnar í fólkatinginum fyri at kanna, um grundarlag er fyri at gera semju um politiið og ákærumyndugleikan - semju, sum skal vara í nøkur ár, og byrja næsta ár.

Hendan semjan verður eisini galdandi fyri Føroyar, svarar hann. Tey serligu viðurskiftini í Føroyum verða tikin við í semjuni, sigur ráðharrin í stutta svarinum.

Afturúrsiglt

Politiið í Føroyum er afturúrsiglt sambært Edmundi Joensen.

Hann spurdi tí løgmálaráðharran, í hvønn mun nýggja semjan um politiið umfatar Føroyar.

Edmund Joensen sigur, at Ríkispolitiið hevur ikki gjørt nóg stórar íløgur í avlurting í Føroyum, kt-skipanin hjá politinum í Føroyum er avoldað, politiið hevur brúk fyri betri umstøðum til skotvenjing og skjótari atgongd til EIS skrásetingina.

EIS er dátugrunnurin Europol Information System.

Høvdu fund í heyst

Edmund Joensen og Nick Hækkerup høvdu fund um avbjóðingarnar hjá politinum í Føroyum í november í fjør.
 
Edmund Joensen vísti tá millum annað á, at avlurtingarpakkin, sum bleiv samtyktur í 2014, ikki er farin at virka í Føroyum enn. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109