- Tíðindi, mentan og ítróttur
Flogfar datt niður í eldhav
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/flogfar_3.png?itok=XaGMMRuL)
Tríggir amerikanskir sløkkiliðsmenn lótu lív, tá eitt flogfar, sum verður brúkt at sløkkja eld, datt niður í Avstralia tíðliga í morgun, okkara tíð, skrivar The Guardian.
Flogfarið var av slagnum C-130 Hercules.
Tað varð nýtt sum eitt sonevnt vatnbumbu-flogfar í stríðnum ímóti skógareldunum. Flogfarið var í Snowy Mountains-økinum í landspartinum, New South Wales, tá ið tað fekk trupulleikar.
Snowy Mountains er skamt sunnan fyri høvuðsstaðin, Canberra.
Forboð at flúgva
Flogfarið datt niður í einum øki, har skógareldar herja, og har torført er hjá sløkkiliðsfólkum at sleppa framat.
Myndugleikarnir í Avstralia hava fyribils bannað líknandi flogførum, sum verða brúkt at sløkkja skógareldar, at flúgva.
C-130 Hercules flogførini taka 15.000 litrar av vatni, og tey hava stóran týdning í sløkkiarbeiðnum.