Norska stjórnin verður umskipað

Norska stjórnin verður umskipað
Nú Framburðsflokkurin er farin úr stjórnini, skulu nýggir ráðharrar tilnevnast
Erna Solberg fer nú at standa á odda fyri eini minnilutastjórn í Noregi
 
21.01.2020 - 14:15

Norska stjórnin verður umskipað, eftir at Framburðsflokkurin rýmdi úr stjórnini í gjár. M.a. skal stjórnin hava nýggjan fíggjarmálaráðharra og nýggjan fiskimálaráðharra.

Erna Solberg, forsætisráðharri, fer í dag á fund við umboð fyri Vinstra og Kristiliga Fólkaflokkin, sum eru eftir í stjórnini, saman við Høgra, og flokkarnir skulu semjast um at tilnevna sjey nýggjar ráðharrar.

Roknað verður við, at Høgri fær tríggjar av mest týðandi ráðharrasessunum í stjórnini.

21 ráðharrar

Tá Erna Solberg tók við sum forsætisráðharri í 2013, vóru 18 ráðharrar í stjórnini, men talið varð økt upp í 21, tá Kristiligi Fólkaflokkurin kom upp í stjórnina í fjør.

Framburðsflokkurin fór úr stjórnini, tí flokkurin segði seg ikki kunna góðtaka, at Noreg tók eina 29 ára gamla norska-pakistanska kvinnu, við tveimum børnum, heim úr Sýria. Kvinnan hevði virkað fyri Islamskum Stati.

Norska stjórnin segði seg ikki kunna gera nakað øðrvísi, tí annað barnið var sjúkt.

Varðhaldsfongslað

Kvinnan kom heim fríggjadagin. Hon var tikin í floghavnini, og í gjár varð hon varðhaldsfongslað í fýra vikur.

Framburðsflokkurin var ímóti, at kvinnan kom aftur til Noregs.

Eftir avgerðina hjá Framburðsflokkinum, boðaði Erna Solberg frá, at hon ætlar at vera sitandi sum forsætisráðharri, men at talan verður um eina minnilutastjórn.

Stjórnin hevur 61 av teimum 169 sessunum í stórtinginum, eftir at Framburðsflokkurin við sínum 27 umboðum fór úr stjórnini, skrivar NTB.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 20. februar
Leitisstein 18.02.2025
188081
Hósdag 20. februar
Andarblak 20. februar 2025
188079
Hósdag 20. februar
Breddin: Friðarsamráðingar um Ukraina
188053
Hósdag 20. februar
Mono - Føroyskar perlur (2:4)
188051
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
2. hálvfinala hjá monnum: H71 - KÍF
187825