Gunnar bjóðar Súna av

Gunnar bjóðar Súna av
Súni Selfoss, formaður, og Gunnar Hjelm stilla upp til formansvalið í Starvsmannafelagnum
Súni Selfoss og Gunnar Hjelm stilla upp til formansvalið í Starvsmannafelagnum
 
16.01.2020 - 10:27

Nú er greitt, at stríðsval verður um formanssessin í Starsvmannafelagnum á aðalfundinum 7.mars.

Tí tvey valevni eru.
 
Súni Selfoss, sum er formaður nú, stillar upp, og Gunnar Hjelm, varaleiðari á ambulansatænastuni hjá Landssjúkrahúsinum, stillar eisini upp.

Gunnar Hjelm er 55 ár og býr í Havn. Hann hevur verið álitismaður og felags álitismaður í Danmark.

Nevndarlimur síðani 2000

Súni Selfoss er eisini 55 ár og býr í Sørvagi. 

Hann hevur verið í nevndini í Starvsmannafelagnum síðani 2000, tey seinastu fýra árini sum formaður. Súni Selfoss hevur starvast sum útvapsteknikari og savnsvørður í Kringvarpi Føroya.

Tveir nevndarlimir skulu eisini veljast á aðalfundinum 7.mars.

Freistin at bjóða seg fram sum nevndarlimur er til 1.februar.

Tveir tiltakslimir skulu harafturat veljast. Tann uppstillingin verður á aðalfundinum.

Fýra ár

Formaðurin verður valdur fyri fýra ár. Nevndarlimirnir verða valdir fyri trý ár og tiltakslimirnir fyri eitt ár. 

Í Starvsmannafelagnum eru 2.000 limir. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114