Fekk maskinskaða í Hestfirði

Fekk maskinskaða í Hestfirði
Uppsjóvarskipið, Tróndur í Gøtu, fekk maskinskaða í gjárkvøldið, tá skipið varð statt í Hestfirði
Mynd: Hansina Brekkstein  
 
26.06.2019 - 07:16

Skipið hevur ligið á Skála í eina tíð og bíða eftir eykalutum, og nú varð so royndartúrur gjørdur í gjár. 

Men tá Tróndur í Gøtu varð staddur út fyri Velbastað, fekk skipið motorbrek, og neyðugt var at senda boð eftir hjálp, sigur vaktleiðarin á MRCC. 

(foto: Jón Brian Hvidtfeldt)

Stóri sleipibáturin hjá Mest, Samson, fór skipinum til hjálpar, og sleipaði Trónd í Gøtu inn á Skála. 

Tað var ongantíð vandi á ferð, - gott veður var og lítið rák.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Mánadag 10. februar
Norðurljóð 10.februar 2025
187245
Mánadag 10. februar
Hvør skal venja landsliðið
187571
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463