Smaragd sleipaður inn á Klaksvík

Smaragd sleipaður inn á Klaksvík
Um hálvgum-tíggju-tíðina í gjárkvøldið fekk MRCC boð um, at trolarin, Smaragd, var farin at leka
 
05.03.2019 - 09:37

Smaragd var staddur millum Borðoyanes og Gøtunes, og hevði mist framdriftina og alt ljós. Brimil, sum lá á Fuglafirði, fór alt fyri eitt avstað og tilkallaði Rescue Ziska at koma eisini. 

Hann var landnyrðingur-eystan í ættini, og Smaragd rak hart suðureftir, - hann rak tó fríur av Mjóvanesi. Brimil og Rescue Ziska fingu fatur á Smaragd eystur úr Mjóvanesi. 

Tvær pumpur og neyð-agregat vórðu koyrd umborð á Smaragd, og síðani varð hann sleipaður inn á Klaksvík. Seks mans vóru við Smaragd, og tí var hildið neyðugt at hava tyrluna uppi yvir, um so var, at støðan broyttist. Tey náddu at pumpa Smaragd tóman, áðrenn skipini komu inn á Klaksvík um 3-tíðina í nátt. 

Møguliga er talan ikki um, at Smaragd var farin at leka, men heldur, at eitt rør lak, sigur vaktleiðarin á MRCC í morgun.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109