- Tíðindi, mentan og ítróttur
Broyting í norsku stjórnini
Broyting í norsku stjórnini
Umskipanir eru gjørdar í norsku stjórnini, og fyrrapartin almannakunngjørdi Erna Solberg nýggju og metstóru stjórnina

Nýggja stjórnin í Noregi
Mynd: nrk.no
22.01.2019 - 16:05
Nýggjur sessur í stjórnini er ráðharrin við ábyrgd fyri talgilding, og tann sessin fær Nikolai Astrup úr Høgraflokkinum.
Hin nýggi sessurin er ráðharrin fyri samfelagstrygd, og tað merkir, at løgmálaráðið enn einaferð verður býtt sundur. Ingvil Tybring-Gjedde tekur við hesum ráðharrasessinum.
Nýggi flokkurin í stjórnarsamstarvinum, Kristiligi Fólkaflokkurin, fær tríggjar ráðharrar, - landbúnaðar- og matvøruráðharran, barna- og familjumálaráðharran og menningar-málaráðharran.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV