Løgreglan leitar eftir munkum

Løgreglan leitar eftir munkum
Løgreglan kannar eitt mál um tveir útlendingar, sum sunnudagin hava snýtt fólk fyri pengar
 
18.12.2018 - 09:22

Talan er um tveir menn, sum í brúnligum munkaklæðum, á ágangandi hátt royndu at selja lutir til fólk á gøtuni í Havn og at fáa stuðul til vælgerandi endamál. Um fólk ikki høvdu reiðan pening, so høvdu teir gjalds-terminal.

Tey, sum keyptu ella stuðlaðu, hildu seg rinda í donskum krónum, men tað vísir seg, at tey hava rindað í evrum, - sum er meira enn sjeyferðir so nógv.

Hildur Hentze, vaktleiðari á politistøðini, sigur, at løgreglan leitar eftir monnunum, men ivasamt er, um teir framvegis eru í Føroyum. 

Menninir høvdu hvørki loyvi at selja á gøtuni ella at skipa fyri innsavning til vælgerandi endamál. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109