Framvegis ongin umsitingarætlan

bannari
Framvegis ongin umsitingarætlan
Enn er eingin umsitingarætlan komin frá landsstýrinum í løgtingið
 
29.10.2018 - 07:09

Landsstýrið hevur onga umsitingarætlan gjørt enn, sum er klár at fara í løgtingið.

Eingin slík ætlan er komin til løgtingið. 

Seinasta dagur at senda Løgtingsskrivstovuni lógaruppskot, sum skulu koma í gildi á nýggjárinum, var fríggjadagin.

Umsitingarætlanir eru tó ikki við í hesari tíðarfreistini, tí tær eru uppskot til samtyktar. 

Landsstýrið hevði fund fríggjadagin og samtykti at leggja nøkur lógaruppskot fyri tingið. 

Eitt mál um fiskivinnu

Bara eittans mál er um fiskivinnuna. 

Tað er uppskot um løgtingslóg um broyting í løgtingslógini um fyrisiting av sjófeingi, uppskotið er um at leingja gildistíðina á rættindum. 

Meira enn tað stendur ikki á heimasíðuni hjá løgmansskrivstovuni. 

Seinasti framløgudagur í Løgtinginum er fríggjadagin.

Skulu lógaruppskot leggjast fram eftir hetta krevjast undirskriftir frá løgtingslimum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109