Nógvur toskur er at fáa á Norðhavinum, og fiskurin er feitur. Tað siga útróðrarmenn, sum vit hittu á feltinum ídag.
14-04-2023
Vinna
25-06-2020
Politikkur

Skil fiskin

Ert tú í iva um, hvat hugtøkini í kjakinum um fiskivinnunýskipanina merkja, so hygg her. Trýst á myndirnar fyri at fáa kunning

Fiskivinnunýskipan

Føroyar skulu hava eina nýggja fiskivinnuskipan frá 1. januar komandi ár. Hon kemur í staðin fyri verandi skipan - lógina um vinnuligan fiskiskap frá 1994. Orsøkin til, at fiskivinnan skal skipast av nýggjum júst nú, er, at løgtingið í 2007 gjørdi av at siga veiðiloyvini upp. Loyvini høvdu undir verandi skipan 10 ára uppsagnarfreist 

Ogn Føroya fólks

Føroyska fiskimarkið fór út á 200 fjórðingar í 1977, og tá fingu Føroyar ræði á náttúrutilfeinginum innanfyri markið. Í 1982 var hesin rættur staðfestur í altjóða lóg. Í 1994 staðfesti Løgtingið, at fiskatilfeingið var "ogn Føroya fólks". Ætlanin við orðingini var, at hon skuldi staðfesta, at landið umsitir tilfeingið fyri fólki og fyri komandi ættarlið. Praktiska avleiðingin av tí er, at tilfeingið ikki kann privatiserast, eins og aðrar almennar ognir kunnu.

Burðardygd

Burðardygg fiskivinna er fiskivinna, sum er varandi. Tað vil siga, at hon skal kunna virka langt inn í framtíðina. Burðardygd verður ofta býtt í trý:

Lívfrøðilig burðardygd sipar til, at tað altíð verður fiskað so lítið av fiski, at fiskastovnarnir klára at endurnýggja seg ár um ár.

Búskaparlig burðardygd sipar til, at fiskivinnan áhaldandi skapar so stóran vinning (tilfeingisrentu) sum til ber.

Samfelagslig burðardygd sipar til, at virksemið ikki hevur neilig árin á lokalsamfelagið, har virksemið fer fram, og at tað onkursvegna økir um lívskvalitetin í samfelagnum.

Fiskidagar

Føroyar hava havt eina fiskidagaskipan síðan 1. januar 1997. Undir skipanini fær eitt skip tillutað eitt ávíst tal av fiskidøgum fyri fiskiárið. Ein fiskidagur er ein dagur, har skipið er í fiskiskapi. Skipið kann fiska óavmarkaða nøgd og ymisk sløg av fiski. Tíðarkarmurin er einasta avmarkingin.

Fiskidagar kunnu hava ymiska longd, alt eftir reiðskapinum, skipaslagnum og hvar fiskað verður. Til dømis kunnu tríggir vanligir dagar telja sum ein fiskidagur, um fiskað verður langt frá landi.

Kvotur

Føroyski heimaflotin virkaði eftir eini kvotaskipan frá 1994 til 1996. Ein kvota er ein avmarking, sum gevur skipum loyvi at fiska eitt ávíst tal av tonsum.

Avmarkingin er fyri hvørt fiskaslag. Vinnan heldur sum heild, at kvotaskipanin er stirvin, tí hon ikki leggur upp fyri blandingsfiskiskapi. Tað vil siga, tá ið nógv ymisk fiskasløg eru í trolinum.

Veiðirættindi

Áðrenn eitt skip sleppur at fiska, skal tað hava veiðiloyvi. Undir verandi skipan kann veiðiloyvi fáast við at søkja um tað hjá Fiskimálaráðnum.

Eitt veiðiloyvi er tengt at einum ávísum skipi, og loyvini eru umsetilig, sum merkir, at tað ber til, hjá einum reiðaríi at keypa skip við veiðiloyvi frá øðrum reiðaríi. Eitt skip við veiðiloyvi hevur nógv størri virði, enn eitt skip uttan veiðiloyvi.Undir verandi skipan høvdu loyvini uppsagnarfreist á 10 ár til tey vóru uppsøgd í 2007.

Ein høvuðsorsøk til at loyvini vóru uppsøgd, var, at ávís reiðarí, sum høvdu fingið veiðiloyvi ókeypis frá landinum, høvdu selt skip (við loyvi) víðari við stórum vinningi.

Uppboðssøla

Í fiskivinnukjakinum sipar uppboðssøla oftast til sølu av veiðirættindum til hægstbjóðandi. Higartil hava veiðirættindi verið lutað út fyrisitingarliga, tað vil siga, at Fiskimálaráðið hevur gjørt av, hvør skal sleppa at fiska. Hetta skal uppboðssølan gera upp við, siga tey, sum taka undir við henni.

Anti trust

Anti trust reglur skulu forða fyri, at einstøk reiðarí fáa ræði á so nógvum veiðirættindum, at tað gongur út yvir kappingina á marknaðinum ella at vinnan kann ávirka politisku skipanina.

Undir verandi skipan kunnu reiðarí hava ræði á millum 20 og 35 prosentum av veiðiloyvunum, alt eftir hvør skipabólkurin er. 

Virðisøking

Virðisøking fer fram frá einum framleiðsluliði til eitt annað. Eitt nú, tá ið hýsan verður kruvd og skorin til flak, ella tá ið makrelur verður hagreiddur, royktur ella gjørdur til dósamat. Hagreiðingin hevur við sær, at hægri prísur fæst fyri vøruna.

Møguleikar eru at virðisøkja fiskatilfeingið meira áðrenn tað fer úr Føroyum, soleiðis at fleiri pengar fáast burtur úr.

Eitt nú ber til at framleiða lýsi til heilivág burtur úr toskalivur í staðin fyri at blaka livrarnar burtur.

Uppsjóvarskipið Hoyvík kann ikki brúka 3.000 tons av svartkjaftakvotu til nakað, um tað skal loysa seg at fiska kvotuna, sigur reiðarin
28-04-2020
Vinna
Tey feløg, sum ikki megnaðu at fiska sínar menningarkvotur í 2018, kunnu ikki flyta kvoturnar til 2019, staðfestir Fiskimálaráðið
25-01-2019
Vinna
Hesa ferð ætlar landsstýrismaðurin at lata 11.711 tons av svartkjafti, 3159 tons av makreli og 4695 tons av norðhavssild sum menninarkvotu
19-01-2019
Vinna
Fiskimenn eru alt ov illa tryggjaðir, um teir fáa skaða umborð á skipi
06-01-2019
Samfelag
Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, bakkar enn einaferð í málinum um veiðugjøld á makrel, svartkjaft og norðhavssild
13-12-2018
Politikkur
Tveir høvuðstættir í fiskivinnuni hanga framvegis í leysum lofti, nú tað styttist til, at løgtingið fer í jólafrí.
12-12-2018
Vinna
Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni, sigur, at Havstovan mælir til at skerja fiskidagarnar munandi fyri at minka um veiðitrýstið, sum er í hægra lagi.
11-12-2018
Vinna
Vørðustíggjur fekk mennningarkvotu, tí felagið er í Sandoynni, og fiskurin, felagið fekk, skuldi avreiðast i Sandoynni fyrst og fremst
11-12-2018
Vinna
Formaðurin í Fiskimannafelagnum, Jan Højgaard, sigur, at felagið tekur ikki undir við at skerja í fiskidøgunum.
03-12-2018
Politikkur
Fiskimálaráðið hevur ikki enn tikið støðu til, hvussu verður við menningarkvotunum hjá P/f Vørðustíggi í Sandoynni
28-11-2018
Vinna
Skil fiskin!