- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vørn og Fiskiveiðueftirlitið meira at gera

Sambært fiskivinnunýskipanini, skal landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, hvørt ár leggja eina frágreiðing fyri tingið um fiskivinnuna.
Fyrsta frágreiðingini varð løgd fram í tinginum í dag.
Nýggja lógin hevur økt um arbeiðsbyrðuna munandi hjá Vørn og Fiskiveiðueftirlitinium, sæst í frágreiðinini.
Nógvar nýggjar uppgávur eru, sum krevja, at fleiri starvsfólk kunnu verða sett.
Nýggja kravið, um at øll veiða skal um føroyskan kaikant, økir um virksemið í Føroyum og av tí sama kravið til eftirlitið á landi.
Tað starvast 3 eftirlitsfólk á Fiskiveiðieftirlitinum í dag, harav eru 2 av teimum bundin av uppgávum á skrivstovuni og á goymsluni. Fiskiveiðieftirlitið hevur mett, at tað vanta í minsta lagi 5
eftirlitsfólk á landi í løtuni.
Í løtuni er neyðugt at nýta Brimil og Tjaldrið at gera kanningar á landi. Hetta er ikki skilagott. Um fleiri eftirlitsfólk vórðu sett, kundu skipini savna seg um tað, tey eru gjørd til, nevniliga eftirlit til
sjós, stendur í frágreiðingini.
Vørn hevur ábyrgd av at kanna ognarviðurskiftini hjá feløgum, sum hava ella ætla at útvega sær fiskirættindi. Hetta er tíðarkrevjandi arbeiði, og í samband við at fleiri feløg koma inn í fiskivinnuna
gjøgnum antin uppboðssølu ella menningarkvotu, førir tað sjálvsagt við sær eyka arbeiði fyri Vørn.
Uppboðssølurnar seta eisini fleiri krøv til Vørnt, tí Vørn ábyrgdina av, at ognarviðurskiftini hjá keyparum eru í samsvari við lógina, og at trygdirnar í samband við keyp eru í lagi. Samstundis stendur Vørn fyri at
halda afturlatnar uppboðssølur. Hetta er tíðarkrevjandi arbeiði og økir sjálvsagt um arbeiðsbyrðuna á Vørn, sæst í frágreiðingini frá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum.