- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kristin lagt fram uppskot um berghol til Fámjin

Uppskotið loyvir landsstýrismanninum í samferðslumálum at skipa fyri, at nýggjur tunnil við tilhoyrandi vegum verður gjørdur úr Øðravík til Fámjins.
Talan er um politiskt stríðsmál, sum fyrradagin kostaði Henriki Old sessin sum landsstýrismaður, tí løgmaður og hansara partur av samgonguni vilja hava Fámjinstunnilin at bíða, til tunnil til Dals er boraður.
Umframt Kristin Michelsen, eru Jenis av Rana, Bill Justinussen, Jacob Vestergaard, Kári P. Højgaard, Magni Laksáfoss og Kaj Leo Holm Johannesen uppskotsstillaðar.
Í uppskotinum stendur eisini, at byggiútreiðslurnar til verkætlanina kunnu í mesta lagi verða 60 mió. kr.
Aksel V. Johannesen, løgmaður gjørdi annars púra greitt fyrradagin, at ganga samgongutinglimir egna leið og samtykkja uppskot við andstøðuni, sum kosta pengar, ja, so er eingin samgonga meira.
Løgmaður segði soleiðis mánadagin:
- Hvis tað er soleiðis, at andstøðuuppskot verða samtykt uttanum samgonguna, sum hava stóran týdning og kosta nógvar pengar, so hava vit sjálvandi ikki eina samgongu meira, og tí ber ikki til at halda fram, soleiðis sum man hevur gjørt higartil.