Fíggjarlóg: Yvirskotið tódnað

Fíggjarlóg: Yvirskotið tódnað
Landsstýrið væntaði sær 400 milliónir í 2018, men avlopið verður 125 milliónir minni vísa metingar
Kristina Háfoss væntar góðar 400 milliónir í avlopi í 2019
 
28.09.2018 - 16:29

Samgongan væntaði sær 400 milliónir í yvirskoti 2018, men nú árið er farið at halla, vísa nýggjastu metingarnar, at yvirskotið einans verður 276 milliónir ella 125 milliónir minni enn fráboðað. 

Tað er kravda játtanaeftirlitið, sum avdúkar frávikið. 

Høvuðsorsøkin til tódnaða yvirskotið eru lønarhækkingar. 

 

Lønarhækkingar

Samtykta fíggjarlógin fyri 2018 var ikki íroknað sáttmála-ásettar lønarhækkingar, tí sáttmálasamráðingarnar vóru ikki komnar á mál, tá ið fíggjarlógin varð samtykt. 

Tí var neyðugt við eykajáttan á næstan 70 milliónir til lønarhækkingar longu í apríl. 

Men onnur mál hava eisini etið av ætlaða yvirskotinum. 

Landsstýrið manglar 17 milliónir, sum vóru inntøkuførdar fyri sølu av bygningum, - og umbiðin játtan til eykabát til stranferðsluna kostar 16 milliónir eyka, sum ikki stóru á fíggjarlógini. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 20. februar
Leitisstein 18.02.2025
188081
Hósdag 20. februar
Andarblak 20. februar 2025
188079
Hósdag 20. februar
Breddin: Friðarsamráðingar um Ukraina
188053
Hósdag 20. februar
Mono - Føroyskar perlur (2:4)
188051
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
2. hálvfinala hjá monnum: H71 - KÍF
187825