Má leiga eldrabúpláss frá øðrum kommunum

Má leiga eldrabúpláss frá øðrum kommunum
Tórshavnar kommuna noyðist at leiga sær búpláss til gomul og umlættingarpláss frá øðrum kommunum, tí bíðilistin er so langur í høvuðsstaðarkommununi
 
29.08.2018 - 08:53

Bara samstarvið VEKS hevur pláss at leiga Havnini.

Talan er um tvey pláss í Korndalsbýlinum á Eiði, trý pláss á Grønanesi í Vestmanna og fýra pláss á Mørkini í Streymnesi.

Tey fýra umlættingarplássini á Mørkini eru leigað síðani í mars fyri 1990 krónur um samdøgrið.

Tórshavnar kommuna hevur bara pengar til at leiga fýra pláss í ár. Fýra milliónir eru í fíggjarætlanini til nýggjan umlættingardepil í Havn, men hann verður ikki liðugur í ár.

Nú vil VEKS samstarvið hava at vita, um leigusáttmálin skal halda fram næsta ár.

Býráðið í Havn fer í annaðkvøld at avgera, at fýra milliónir krónur skulu setast av í fíggjarætlanini fyri 2019, so leigast kann frá VEKS eisini næsta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 28. januar
Orðaval #10 - talumál og Norðlýsið
186983
Týsdag 28. januar
Góðan morgun Føroyar
186960
Týsdag 28. januar
Morgunlestur týsdagur 28.januar 2025
186651
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. januar
Vegamót: Støðan í ríkisfelagsskapinum
187006
Týsdag 28. januar
Veðrið
186991
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881