Kommunur ósamdar um skipan av eldraøkinum

Kommunur ósamdar um skipan av eldraøkinum
Lógin um kommunalt samstarv, sum hon nú er orðað, áleggur kommununum at vera í ávísum samstørvum um eldraøkið. Ikki allar kommunur fegnast um tað.
 
29.08.2018 - 09:03

Landsstýrið hevur spurt kommunurnar, hvat tær halda um at broyta lógina um kommunalt samstarv, tað vil siga lógina um eldraøkið, soleiðis, at eldraøkið verður lagt út til hvørja einstaka kommunu, sum so kann velja at umsita økið einasamøll ella saman við øðrum kommunum.

Lógin um kommunalt samstarv, sum hon nú er orðað, áleggur kommununum at vera í ávísum samstørvum um eldraøkið. Ikki allar kommunur eru so fegnar um tað.

Tá eldraøkið varð lagt út til kommunurnar í 2015, varð sagt, at skipanin skuldi endurskoðast í 2019. Men hon verður longu endurskoðað í ár. 

Kommunufelagið hevur sent lógaruppskotið til hoyringar hjá kommununum.

Sjóvar kommuna viðgjørdi málið í gjár, og har er niðurstøðan púra greið. 

Kommunustýrið heldur, at samstarvið við Nes kommunu og Runavíkar kommunu, sum eitur Roðin, er fyrimyndarligt. 

Tí vil kommunustýrið á Strondum ikki, at broyting verður gjørd í lógini, sigur Artur Johansen, borgarstjóri.

Býráðið í Sunda kommunu viðgjørdi eisini málið í gjár.

Har varð samtykt at taka undir við uppskotinum um at broyta lógina um kommunalt samstarv, so tað verður hvør kommuna sær, sum skipar eldraøkið. Samstarv við aðrar kommunur er ikki eitt krav, men ein møguleiki.

Uppskotið um lógarbroytingina er ikki viðgjørt í øllum kommununum enn.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109