Eiga at venja seg við eftirmeting

Eiga at venja seg við eftirmeting
Skúlar skulu venja seg við at verða eftirmettir og endurskoðaðir. Tað sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna  við Skúlablaðið.
 
28.06.2018 - 06:40

Landsstýriskvinnan í Mentamálum vísur á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum á, at nógvar kanningar verða gørdar, men at úrslitið ikki verður brúkta munagott. 

"Tað er sjálvsagt ikki rætt at hava eina vitan og ikki brúka hana; vit í Mentamálaráðnum eiga at gerast nógv dugnaligari og skjótari til at eyðmerkja skúlar, sum fáa góð úrslit, og skúlar, sum fáa minni góð og vánalig úrslit. Vit vita, hvørjir skúlarnir eru, men vit gera lítið og einki við tað. Vit eiga at taka fram teir skúlar, sum fáa alt at bera til, og sum hava góð úrslit. Og somuleiðis, tá ið vit síggja skúlar og flokkar, sum smokka niður ferð eftir ferð, eiga vit eisini at vera til taks og hjálpa til, soleiðis at gongdin verður vend. Skúlar eiga eisini at venja seg við at verða eftirmettir og endurskoðaðir," sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna, við Skúlablaðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109