Rib-bátur í rættin

Rib-bátur í rættin
Ákæruvaldið hevur reist ákæru móti skipara og eigara á ribbáti í sambandi við eitt óhapp í Skopunarfirði 2. juli í fjør
 
16.05.2018 - 08:36

Skiparin er ákærdur fyri brot á kunngerð frá 2008 um manning á førum minni enn 20 bruttotons í strandarsigling, sum sigla við upp til 12 ferðafólkum.

Løgreglan frætti um tilburðin, tá ein kvinna varð flutt á Landssjúkrahúsið til kanningar. Løgreglan avgjørdi tí at kanna málið við atliti til trygdina hjá ferðafólkum umborð á slíkum bátum.

Manglaði prógv

Løgreglan sigur í tíðindaskrivi, at ákæra er reist, tí manningin bert taldi ein, hóast fleiri enn 5 ferðafólk vóru umborð.

Og hesin hevði ikki størra dugnaskaparsprógvið í sigling, hann hevði ikki góðkent trygdarskeið fyri sjófólk og hann hevði heldur ikki heilsuváttan fyri sjófólk. 

Og eingi persónur við dugnaskaparsprógvi í motorpassing var umborð, hóast báturin hevði størri framtøkumegi enn 100 KW. 

Felagið, sum eigur bátin, er ákært fyri brot á kunngerð um byggikrøv og útgerð og annað til smærri vinnufør, tí felagið hevði ábyrgdina av, at báturin sigldi við ferðafólki, hóast siglingarloyvið til ferðafólk ikki var endurnýggjað. 

Málið hevur verið til hoyringar hjá Sjóvinnustýrinum, og nú hevur ákæruvaldið avgjørt at reisa ákæru, og hevur sent Føroya Rætti málið.  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151