Undirsjóvartunlar høvdu avlop

Undirsjóvartunlar høvdu avlop
Bæði Vágatunnilin og Norðoyatunnilin høvdu yvirskot í fjør
 
23.03.2018 - 12:50

Avlopið hjá Vágatunnlinum var 5,9 milliónir krónur.

Sløk 840 túsund akfør koyrdu í Vágatunnlinum í fjør, sum var nakað meira enn árið fyri.

Avlopið í Norðoyatunlinum var 4,3 milliónir krónur, sum er lakari enn árið fyri.

Orsøkin til, at inntøkurnar eru minni, er at prísirnir at brúka tunnilin lækkaðu í januar og august.

Fleiri fólk koyra í Norðoyatunlinum enn í Vágatunlinum. Sløk 1,1 millión akfør koyrdu í Noroyðatunlinum í fjør, sum eisini er nakað meira enn árið fyri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109